Kunning.fo

Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Út í heim - Bókmentaráðstevna

[This text is not available in English]
Fríggjadagin 23. februar 2018 verður sjóneyka sett á sølu
av føroyskum bókum til útlond, tá ið Rithøvundafelagið
og FarLit í samstarvi skipa fyri bókmentaráðstevnu undir
heitinum ”Út í heim”. Ráðstevnan vendir sær til rithøvundar, forlagsfólk og øll, ið hava áhuga í at fáa føroyskar bókmentir út í heim.

Hvat kann eg sjálv/ur gera? (kl. 9.00-12.30)
Byrjað verður við verkstovu, har luttakararnir fáa íblástur til,
hvat ein sjálvur kann gera fyri at marknaðarføra seg sum rithøvund
á sosialu miðlunum.

Út í heim - hvussu? (kl. 13.30 - 18.00)
Seinnapartin verður ráðstevna um sølu av rættindum, herundir
samstarv við agent, sáttmáli við útlendsk forløg, krøv
og ynskir hjá útlendskum forlagi við meira.

Át og prát (kl. 18.30 - 23.00)
Um kvøldið verður døgurði og Rit-salón fyri luttakarunum
hjá Katrinu Christiansen.

Verkstovu og framløgur
• Abelone Glahn, rithøvundur og samskiftisfólk
• Niels Jákup Thomsen, stjóri á BFL 
• Hólmfríður Matthíasdóttir, stjóri á Forlagið
• Monica Gram, agentur á Copenhagen Literary Agency

Kostnaður og tilmelding
300 kr fyri allan dagin / alt tiltakið
(til ber eisini at tekna seg til ein part av skránni)
Tilmelding fer fram á heimasíðuni: www.rit.fo

Freist: fríggjadagin 9. februar

Price

300.00 DKK

When and where

Date

23. February 2018, Friday

Time

09:00

Where

Farlit

Zip code

100

City

Tórshavn

Organizer

Name

Farlit

E-mail

farlit@farlit.fo

Website

Share event