Kunning.fo

Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Kvinnudagurin 2018: Eitt kvøld um mensuna

Menstruatión, mánasjúka, gøtumenn, russarar. At siga, at mangt er barnsins navn er nokk ikki heilt rætt í hesum føri. Mensan merkir blóð, sveitta og tár fyri onkran, pínu og skomm fyri summi, fragd, lætti og eitt tekin um fruktbæri fyri onnur. Hóast alt hetta er mensan ein afturvendandi áminning um, hvussu okkara kroppar, kyn og kenslur kennast. Í feministiskum høpi verður ofta tikið til, at vit skulu gera tað privata alment. Hvat brýtur fleiri óskrivaðar reglur enn at práta um mensuna í eitt heilt kvøld

Damudomi og Hørt bjóða til eitt kvøld um mensuna á kvinnudegnum 8. mars í Norðurlandahúsinum. Á kvøldinum verður varpað ljós á og sett orð á, hvussu mensan kenst. Vit bjóða fólki at siga frá sínum royndum og tankum um mensuna - um at hava hana, at ikki hava hana, at ikki hava hana longur og aldrin fara at fáa hana. Um at tora at seta orð á henda serliga partin, sum bæði vekir andstygd, hatur, longsul og gleði.

Hóast skilmarkið millum tað privata og almenna er flótandi í dagsins samfelagi, og flestu fólk deila teirra gerandisdag við alheimin, verður mensan javnan hildin handan læstar dyr. Hugburðurin er, at hon ikki kemur nøkrum, hinum, øðrum, ella samfelagnum við. Prátið um mensuna er eins og aðrir spurningar, sum feminisman viðger: tað fyrsta stigið - at yvirhøvur tosa um viðkvom evni og at fáa onnur í talu - kann kennast og vera ovurhonds stórt. Mensan verður skúgvað til viks og kallað ein ‘kvinnuspurningur’, meðan vit gloyma hvussu eitt so tabuiserað, og kortini umrøtt evni, nertir við okkum øll. Tá vit bløða, tá vit steðga, tá vit ynskja okkum mensuna. Tá hon kennist sum tað mest fremmanda nakrantíð, tá hon gevur kensluna av at hoyra til, tá hon gevur kensluna av at vera uttanfyri. Tá vit skulu keypa bind og tampongir, til okkum sjálvi og til okkara partnarar, tá vit ikki hava ráð. Tá hon minnir okkum um okkara nøring, okkara aldur, okkara kyn. Mensan ger vart við seg, og vit vilja gera vart við hvussu hon verður umtalað. Bæði av vanligum fólki, sum allarhelst broyta okkara fatan av hvat er “vanligt” við teirra egnu søgum, og “fakfólki”, ið hugleiða um mensuna í okkara samfelagi - og tú ert eisini vælkomin til at siga tína søgu.

Eitt samstarv millum Norðurlandahúsið Í FøroyumDamudomi og HØRT

UM HØRT: Hørt er ein felagsskapur, sum arbeiðir á markinum millum list og samfelag. Tær skapa demokratiskar felagsskapir millum fólk við at skipa fyri tiltøkum har stórur dentur verður lagdur á persónligar frásagnir, samskifti og at gera áskoðararnar virknar. Við støði í teoretiskum, nýskapandi og listaligum tilgongdum brúka tær listalig rúm og amboð til at savna fólk og varpa ljós á samtíðina. Hørt miðar eftir at gera heimin størri við at gera frástøðuna til síðumannin minni.

UM DAMUDOMI: Damudomi arbeiðir málrættað fyri einum samfelagi, sum rúmar øllum menniskjum óansæð kyni, sannføring, ættarslagi ella fíggjarligari støðu. Hetta verður gjørt út frá eini intersektionalistiskari, feministiskari hugsjón. Endamálið er at skipa fyri tiltøkum, ið varpa ljós á vantandi javnrættindi og javnstøðu. Evnið í ár er kroppur, og hetta er grundarstøðið á øllum virkseminum hjá Damudomi í 2018.

Prísur

200,00 DKK

Nær og hvar

Dagfesting

8. mars 2018, hósdagur

Klokkan

19:30

Hvar

Norðurlandahúsið

Adressa

Norðari Ringvegur

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Deil Tiltak