Kunning.fo

Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Hamferð útgávukonsert

Í samband við, at Hamferð útgevur nýggju plátu sína, ’Támsins likam’, verður skipað fyri stórari útgávukonsert í Sjónleikarahúsinum í Havn tann 17. mars. Nýggja verkið verður spælt frá byrjan til enda við heilt serligari uppseting, og ætlanin er at umskapa sjónleikahøllina – bæði í myndum og ljóði – til tann kensluheimin, ið hýsir ’Támsins likam’ og Hamferð sum heild.

”Támsins likam” hevur tikið nærum 5 ár at smíða, og tað eru nærum trý ár síðani, at Hamferð spældi við fullum útblástri í Føroyum. Tískil eru bæði plátuútgávan og konsertin rættiliga serstøk tiltøk.

Við sær til tiltakið hevur Hamferð íslendska bólkin Auðn, sum eisini hevur nýggja útgávu á baki, ið nevnist ’Farvegir fyrndar’. 'Farvegir fyrndar' er júst kosin sum næstbesta black metal útgáva í 2017 av Metal Hammer.

Prísur

200,00 DKK

Nær og hvar

Dagfesting

17. mars 2018, leygardagur

Klokkan

20:00

Hvar

Sjónleikarhúsið

Adressa

Niels Finsensgøta 34

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Deil Tiltak

Kort