Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Brahms Trio

Niklas Mouritsen, Anna Egholm og Mattias Kapnas framføra verk eftir Brahms, Schumann og Ysaÿe
Musikkskúlanæmingar ókeypis atgongd 

Anna Egholm
 er virkin tónleikari bæði í Danmark og aðrastaðni. Hon hevur verið solistur við m.ø. DR Symfoniorkestret, Bergen Filharmonikerne og Malmø Symfoniorkester, og hevur luttikið á fleiri masterclasses hjá altjóða viðurkendum violinistum.

Í løtuni tekur Anna masterútbúgving í Lausanne í Schweiz, har hon frammanundan hevur gingið 1 ár á bachelorutbúgvingini. Hini fyrru 2 bachelorárini tók hon á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium (DKDM) hjá Alexandre Zapolski.

Anna hevur vunnið fleiri danskar og norðurlendskar violinkappingar, t.d. Jacob Gades violinkonkurrence, De Unges Konsert, Øresunds Solist, Berlingske Tidendes Musikkkonkurrence og Spil for livet, og í novembur 2017 vann hon altjóða violinkappingina ”Ginette Neveu” í Avignon í Frankaríki.

Harumframt hevur Anna fingið fleiri legat m.o. Jacob Gades Legat og Copenhagen Summer Festivals Talentpris, og hon spælir á eina Gagliano violin frá 1763, sum hon lænir frá Augustinusfonden.

Mattias Kapnas er nýútbúgvin klassiskur klaverleikari við ymsum royndum. Á vári í 2014 fekk hann 1. virðisløn í Stella Polaris kappingini í Føroyum. Hetta viðførdi at hann í mars 2015 fekk møguleikan at framføra 3. klaverkonsert eftir Bela Bartok við Føroya Symfoniorkestri.

Í januar 2015 fekk hann handað mentanarvirðisløn landsins til ungt listafólk, og á sumri 2015 tók hann prógv sum klassiskur klaverleikari á masterútbúgvingini hjá DKDM. Sama árið fekk hann 1. virðisløn í legat-kappingin fyri klaverleikarar á DKDM.

Í seinastuni hevur Mattias fordýpað seg í klaververkum eftir Kristian Blak, og upptøkur av hesum verða givnar út á plátu í næstum.  

Niklas Mouritsen
 er sera virkin orkesturtónleikari og spælir javnan viđ DR Symfoniorkestret, Copenhagen Phil, Det Kongelige Kapel, DR Underholdningsorkestret, Odense Symfoniorkester, Malmø Symfoniorkester og Føroya Symfoniorkestur.

Hann tók bachelor- og masterútbúgving frá DKDM frá 2009 til 2015 viđ lærarunum Jakob Keiding og Ola Nilsson.

Á vári 2017 vann Niklas eina kapping um einasta praktikumplássiđ í Orchestre de la Suisse Romande í Schweiz, sum fevnir um eina kontrakt á eitt ár í hesum symfoniorkestri og lestur á konservatoriinum í Genève, har hann nú er staddur.

Niklas tekur støðugt tímar í Wien hjá prof. Raimund Zell, sum er fyrrverandi limur í Gewandhausorkestrinum í Leipzig. Niklas hevur eisini verið á nógvum masterclasses við heimskendum hornspælarum eitt nú Radek Baborak, Radovan Vlatkovich og Sarah Willis.

Prísur

100,00 DKK

Nær og hvar

Dagfesting

14. februar 2018, mikudagur

Klokkan

19:30

Hvar

Norðurlandahúsið

Adressa

Norðari Ringvegur

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Norðurlandahúsið

Telefon

351351

Teldupostur

nlh@nlh.fo

Vevsíða

Deil Tiltak

Kort