Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Find this Dumb Little Bitch and Throw her in the River

Kosmorama í Føroyum
Leikstjóri: Ben Brand

Arild Kalkvik, stjóri í Trondheim Kino og eigari av Kosmorama International Film Festival fer at innleiða sýningina.

Hollendskur sorgarleikur. Remco (15) selur saman við pápa sínum og eini yngri systir, Lilly, ólógligar, innfluttar hundahvølpar. Fyri at vinirnir skulu síggja og “dáma” seg, leggur Remco í sínari fávitsku eitt sjónband av lítlu systir síni á alnetið. Hetta fær ómetaligar og syrgiligar avleiðingar. 

Kosmorama er ein altjóða filmsfestivalur í Tróndheimi og er størsti  filmsfestivalur í Miðnoregi. Festivalurin hevur nógv á skránni og vísir filmir úr øllum heiminum. Festivalurin letur harumframt egna filmsprísin hjá filmsvinnuni: Kanónprísin, sum er tað nærmasta, tú kemur einum Oscar í Noregi. Sum  nakað serligt fer Kosmorama í ár at flyta úr Tróndheimi bara fyribils og fer at vitja TÓFF. Tey hava lagt eina spennandi skrá við sera góðum filmum. Eitt mini Kosmorama í Føroyum og ein sjaldsamur møguleiki at uppliva eitt brot av einum altjóða festivali í egnum landi.

Prísur

80,00 DKK

Nær og hvar

Dagfesting

28. februar 2018, mikudagur

Klokkan

19:30

Hvar

Norðurlandahúsið

Adressa

Norðari Ringvegur

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Norðurlandahúsið

Telefon

351351

Teldupostur

nlh@nlh.fo

Vevsíða

Deil Tiltak

Kort