Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Sumarbörn

Kosmorama í Føroyum
Fyri vaksin og størri børn

Leikstjóri: Guðrún Ragnarsdóttir

Tey bæði systkini Eyðdis og Kári er bara fimm og seks ára gomul, tá ið foreldrini fara hvør til sítt. Meðan mamman stríðist fyri at fóta sær eftir hjúnaðskildnaðin, verða børnini send fyribils á eitt barnaheim úti á landinum. Men upphaldið vísir seg at verða longri, enn tey nakrantíð høvdu ímyndað sær. 

Kosmorama er ein altjóða filmsfestivalur í Tróndheimi og er størsti  filmsfestivalur í Miðnoregi. Festivalurin hevur nógv á skránni og vísir filmir úr øllum heiminum. Festivalurin letur harumframt egna filmsprísin hjá filmsvinnuni: Kanónprísin, sum er tað nærmasta, tú kemur einum Oscar í Noregi. Sum  nakað serligt fer Kosmorama í ár at flyta úr Tróndheimi bara fyribils og fer at vitja TÓFF. Tey hava lagt eina spennandi skrá við sera góðum filmum. Eitt mini Kosmorama í Føroyum og ein sjaldsamur møguleiki at uppliva eitt brot av einum altjóða festivali í egnum landi.

Prísur

80,00 DKK

Nær og hvar

Dagfesting

28. februar 2018, mikudagur

Klokkan

17:00

Hvar

Norðurlandahúsið

Adressa

Norðari Ringvegur

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Norðurlandahúsið

Telefon

351351

Teldupostur

nlh@nlh.fo

Vevsíða

Deil Tiltak

Kort