Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

In Between

Kosmorama í Føroyum
Arild Kalkvik, stjóri í Trondheim Kino og eigari av Kosmorama International Film Festival fer at innleiða sýningina.

Leikstjóri: Maysaloun HamoudIn

 Between er ein  ísraelskur sorgarleikur, sum vann áskoðaravirðilslønina hjá Kosmorama  2017. Layla og Salma liva eitt ósiðiligt lív í Tel Aviv. Hesar ungu palestinsku genturnar eru ísraelskir statsborgarar, men stríðið millum Ísrael og Palestina spælir ein sera lítlan leiklut í einum gerandisdegi, merktur av arbeiði, veitslum og líkasælu  millum ein vesturlendskan lívshætt og eina ráðaríka arabiska mentan. 

Kosmorama er ein altjóða filmsfestivalur í Tróndheimi og er størsti  filmsfestivalur í Miðnoregi. Festivalurin hevur nógv á skránni og vísir filmir úr øllum heiminum. Festivalurin letur harumframt egna filmsprísin hjá filmsvinnuni: Kanónprísin, sum er tað nærmasta, tú kemur einum Oscar í Noregi. Sum  nakað serligt fer Kosmorama í ár at flyta úr Tróndheimi bara fyribils og fer at vitja TÓFF. Tey hava lagt eina spennandi skrá við sera góðum filmum. Eitt mini Kosmorama í Føroyum og ein sjaldsamur møguleiki at uppliva eitt brot av einum altjóða festivali í egnum landi.

Prísur

80,00 DKK

Nær og hvar

Dagfesting

28. februar 2018, mikudagur

Klokkan

13:00

Hvar

Norðurlandahúsið

Adressa

Norðari Ringvegur

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Norðurlandahúsið

Telefon

351351

Teldupostur

nlh@nlh.fo

Vevsíða

Deil Tiltak

Kort