Kunning.fo

Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Re-dream

Dreymanna tvístøður og vakurleiki.
Við Antoinette Helbing, Taneli Törmä og Havnar Fimleikarafelag.


Dreymar um framtíðina kunnu hjálpa okkum, men eisini forða okkum í at liva ta lívið, sum vit ynskja okkum.



Re-dream eru tvær sera persónliga dani-soloir, sum arbeiða við einum almennum tema við einum tragikomiskum dámi. Dansararnir eru Antoinette Helbing og Taneli Törmä. Afturat sær hava tey fimleikarar úr Havnar Fimleikarafelag.



”Fólk hava ov nógvar dreymar – tey gerast jú bara ólukkulig” (Antoinette)

”Mínir barndómsdreymar vóru fullir av eldhugi – sum vaksin maður taki eg vakurleikan í teimum við í mítt lív” (Taneli)



Antoinette er týskur dansari og koreografur, sum býr í Keypmannahavn. Taneli er finskur dansari og videokunstnari, sum býr í Odense. Tey eru bæði sera skemtingarsom listafólk og teirr arbeiði er merkt av eini djúpari erligheit. Í Re-dream granska tey ymsu hættirnar, tey handfara dreymar á.



Fakta
Dansarar & Koreografar: Antoinette Helbing (www.antoinettehelbing.wordpress.com)
Taneli Törmä (www.tanelitorma.com)

Ljós: Mårten K. Axelsson
Ljóð: Erik Christoffersen
Búnar: Inbal Lieblich
Dramaturgiskur konsulentur: Catherine Poher
Fyriskipari: Projektcentret i Dansehallerne
Framleiðari: Jan Vesala



Re-Dream hevur fingið stuðul úr Statens Kunstfond, NAPA, Nordisk Kulturfond og Århus Kommune.

Prísur

80,00 DKK

Nær og hvar

Dagfesting

15. februar 2018, hósdagur

Klokkan

19:30

Hvar

Norðurlandahúsið

Adressa

Norðari Ringvegur

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Norðurlandahúsið

Telefon

351351

Teldupostur

nlh@nlh.fo

Vevsíða

Deil Tiltak

Kort