Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Kvinnubrot

[This text is not available in English]

Menningardagur fyri kvinnur virknar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Fá íblástur til sjálvsmenning frá eini røð av fyrilestrum og hugleiðingum um leiklutin sum kvinna í Føroyum.
Kvinnubrot var fyrstu ferð í januar 2017. Hetta er ætlað at vera eitt afturvendandi tiltak hvørt ár. Tað er upplagt hjá virkandi kvinnum á arbeiðsmarknaðinum og teirra arbeiðsgevarum at vera við hendan dagin.

Hvørt ár eru ymsir fyrilestrahaldarar frá ymiskum yrkjum. Tey bera fram sína søgu og greiða frá amboðum, ið eru hent at brúka við hús og til arbeiðis. Hesa ferð hava vit leiðarar, býráðslim, námsfrøðing, sniðgeva, sálarfrøðing, undirhaldara og onnur.

Temaið fyri dagin er: At skara fram úr fjøldini, og hvat tað ber við sær. 

At byrja árið við einum slíkum upplyftandi og frískligum átaki er ein góður máti at fáa huglagið og framleidni á starvsplássinum í topp.

Vit byrja við einum góðum kaffimunni og onkrum løttum afturvið kl 10:00, og so seta vit okkum at lurta eftir fyrilestrunum. Vit veita mat og drykkivørur ígjøgnum dagin.

Takið vinkonuna ella starvsfelagan undir armin og møtið fjølment.

Price

949.00 DKK

When and where

Date

25. January 2018, Thursday

Time

09:00

Where

Norðurlandahúsið

Address

Norðari Ringvegur

Zip code

100

City

Tórshavn

Organizer

Name

Norðurlandahúsið

Phone

351351

E-mail

nlh@nlh.fo

Website

Share event

Map