Search



Search
« Back to list

Light and sound course

[This text is not available in English]

Brennur tú fyri at arbeiða við ljós- og ljóði á ein kreativan hátt?
So er møguleiki at tekna teg til eitt víðka ljós- og ljóðskeið í Losjuni við Gøtugjógv 27. – 29. apríl 2018.
Dentur verður serliga lagdur á, hvussu ljós og ljóð verður brúkt í sambandi við leikuppseting.
Hóast tað er ein fyrimunur at hava luttikið á fyrra skeiðnum, ið var í mai 2017, er hetta ikki eitt krav.
Undirvísingin verður á donskum og føroyskum.
Undirvíst verður fríggjadag til sunnudag frá kl. 09.00-18.00 allar dagarnar. Íroknað skeiðið er ein máltíð á middegi, millumáli og kaffi/te.
Lærarar verða Súni Joensen og Asger Kudahl Sørensen.
Prísurin fyri skeiðið er kr. 1.500,- fyri hvønn luttakara. Avmarkað pláss.
Skeiðið er bert fyri tey, ið arbeiða við ljósi og ljóði í samband við leikuppseting o.ø. hjá limafeløgunum hjá MáF. Luttakararnir skulu tí tekna seg til skeiðið ígjøgnum limafeløgini.
Tilmelding skal sendast við t-posti til MáF á maf@maf.fo. Skráseting er fyrst galdandi, tá ið goldið er á konto í Eik Banka: 185 132 4 í seinasta lagi 31. mars 2018.

Price

1500.00 DKK

When and where

Date

27. April - 29. April 2018

Where

Losjan

City

Gøtugjógv

Share event