Kunning.fo

Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Svartmálm og Solbrud

Útgávukonsert hjá Wacken-vinnarunum Svartmálm, og vitjan av donsku metalkongunum í Solbrud. Ein sjáldsamur møguleiki at hoyra metal tónleik í Føroya bestu konserthøll. 

Svartmálm

Mitt í Norðuratlantshavinum liggur ein lítil oyggjabólkur. Við útjaðaran av hesum oyggjunum eru høg berg við útsýni yvir stóra havið. Í hesum bergunum er ein duldur staður. Her, sum onki ljós sleppur inn, umgyrt av myrkri er eitt krystalklárt, myrkingarlitt evni, sum rísur upp úr svartastu kjarnu jarðanna. Hetta evnið eitur Svartmálm.

Svartmálm hevur, síðan bólkurin varð settur á stovn í 2016, spakuliga fingið røring í tónlistaheimin við sínum sermerktu framførslum. Svartmálm skrivar hátíðarligan tónleik, sum spennir frá ógvusligari øði til hugfjálgt sorgblídni.

Bólkurin varð stovnaður fyri at geva tónleikarunum eitt útbragd fyri kenslur, og tankar, sum ikki altíð var pláss fyri í øðrum verkætlanum. Við at lata seg í Svartmálmsbúnar og taka sær dulnevnini Deyði (sang og gittar), Pest (gittar og tangentar), Hungur (bass) og Kríggj (trummur) kunnu teir úttrykkja seg á hættir, sum geva ein innaru javnvág. Tættir úr svartmálmsmentan verða settir saman við føroyskari. Allir tekstirnir eru á føroyskum og snúgva seg um gransking av myrkri – bæði søguliga og nútíðarinnar.

Fyrsta útgávan hjá bólkinum, sum eisini eitur Svartmálm, kemur út hjá Tutl í Februar 2018. Á útgávuni verða tríggjar skeringar: “Deytt ljós”, “Vík frá mær/Reiðmenn” og “Svartideyði”, sum er ein svita í trimum pørtum. Orðini til “Svartideyði” byggja á yrkingasavnið “Tá eg hoyri míni einsligu fótafet millum følnaðu heystbløðini” (2014) hjá yrkjaranum, listamanninum og tónleikararnum Øssuri Johannesen.

Tá Svartmálm framførir live, eru teir ílatnir skikkjur, sum Barbara í Gongini hevur sniðgivið.



Ummæli

“…staggering sonic wrath and grand atmospheric radiances” -Extreme Metal Voyager

“The atmosphere created by the band was outstanding, evil and beautiful at the same time” - heavymetal.dk

“Aesthetic finesse” -devilution.dk

“…spielen in ihrer eigenen Liga.” -Metal Hammer



Solbrud

Síðan Solbrud varð sett á stovn í 2009 hava miðað eftir at skapa melodiskan og stórfingnan tónleik við einum ráðum og stormfullum úttrykki. Hetta ljóðið fáa teir við at seta náðileyst trummuspæl saman við gittarspæli, sum byggir á akkordir og harmoniir og hevur ymsar ljóðeffektir. Saman gevur hetta eina intensa og hugfjálga ljóðrúmd – ella í øðrumorðum: Black metal.

Fyrst útgávan, “Solbrud” kom í 2012 og í 2014 kom so “Jærtegn”. Báðar útgávurnar hava saman við fjálgu og sterku framførslunum hjá kvartettini skapt eina mynd av Solbrud, sum ein bólk við eini serligari listarligari visjón, sum verður úttrykt ígjøgnum náðileysan og avbjóðandi svartan málm.

Nýggjasta útgávan hjá Solbrud “Vemod” nýtir bæði langtandi, melodiøsa stílin, sum eyðkennir fyrstu útgávuna, og tramansligu orkuna og komplekstitetin frá tí næstu. Á “Vemod” hava Solbrud arbeitt víðari við sínum sermerkta sanskrivarahátti og hava lagt nýggj element til bæði komposisjón og instrumentering. Løgini eru framhevjaði og sum áhoyrari, upplivir man ein bólk, sum við sínum innviklaðu arrangementum bjóðar lurtarunum av, samstundis sum teir virða siðirnar hjá genruni.

Prísur

200,00 DKK

Nær og hvar

Dagfesting

10. februar 2018, leygardagur

Klokkan

19:30

Hvar

Norðurlandahúsið

Adressa

Norðari Ringvegur

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Norðurlandahúsið

Telefon

351351

Teldupostur

nlh@nlh.fo

Vevsíða

Deil Tiltak

Kort