Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Yvirlit yvir nær jólatrøini verða tendrað

[This text is not available in English]
Komandi dagarnar verður skipað fyri 11 jólahaldum í kommununi, tá ið jólatrøini verða tendrað. Her er yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla, og hvørji halda røður.

Í Kirkjubø verður jólatræið tendrað við kirkjuna sunnudagin 3. desember kl.12:15 eftir guðstænastuna. Havnar Hornorkestur spælir. Turið Horn, býráðslimur, og Heri Joensen, prestur, bera fram røðu.
 

Í Hoyvík verður jólatræið tendrað sunnudagin 3. desember kl.17:30. GHM spælir. Bergun Kass, býráðslimur, og Theodor E. D. Olsen, prestur, bera fram røðu. 

Í Kollafirði verður jólatræið tendrað við skúlan týsdagin 5. desember kl.17:00. Hornblásarar úr GHM spæla. Helena Dam á Neystabø, býráðslimur, og Maria Jørðdal Niclasen, prestur, bera fram røðu.

Í Kaldbak verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 9. desember kl.15:30. GHM spælir. Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, og Theodor E. D. Olsen, prestur, bera fram røðu.

Á Velbastað verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 9. desember kl.16:00. Havnar Hornorkestur spælir. Jákup Dam, býráðslimur, og Derhard Jógvansson, prestur, bera fram røðu.

Á Argjum verður jólatræið tendrað við brúnna um Sandá leygardagin 9. desember kl.17:00. GHM spælir. Gunnvør Balle, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu.

Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað leygardagin 9. desember kl.18:00. Havnar Hornorkestur spælir. Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu.

Í Norðradali verður jólatræið tendrað við skúlan sunnudagin 10. desember kl.18:00. Musikskúlalærarar spæla. Turið Horn, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu.

Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 10. desember kl.17:00. Ternan fer av Havnini kl.16:20 og úr Nólsoy kl.19:25. Havnar Hornorkestur spælir. Uni Næs, prestur, ber fram røðu. 

Í Hesti verður jólatræið tendrað sunnudagin 10. desember kl.15:30. Teistin fer av Gomlurætt kl.14:30 og úr Hesti kl.19:30. Frelsunarherurin spælir. Gunnvør Balle, býráðslimur, og Palli Petersen hjá Frelsunarherinum bera fram røðu. 

Í Syðradali verður jólatræið tendrað hósdagin 14. desember kl.18:00. Havnar Hornorkestur spælir. Heri Joensen, prestur, bera fram røðu.

When and where

Date

2. December - 14. December 2017

Where

Tórshavnar Kommunu

Organizer

Name

Visit Tórshavn

Phone

302425

E-mail

torsinfo@torshavn.fo

Website

Share event