Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Hans Skálagarð í Pakkhús 5

[This text is not available in English]
STUÐULSTILTAK TIL FRAMA FYRI PAKKHÚS 5

Slupptíðin er eitt tíðarskeið í føroyskari søgu, sum enn hevur stóran áhuga millum fólk. Ikki minst í Suðuroynni, har skipini vóru mong og manningarnar komu úr øllum landinum.

Nú verður møguligt at síggja málningar av sluppum, sum kendi listamaðurin Hans Skálagarð málaði. Talan er um 16 verk, sum Pakkhús 5 hevur lánt frá Tórshavnar kommunu. Meginparturin av hesum verkum er av sluppum úr Suðuroynni.

Framsýningin er ætlað sum eitt stuðulstiltak til frama fyri víðari menning av savninum í Pakkhús 5, og fer allur peningurin, sum kemur inn fyri atgongumerki til hetta endamál.

Málningarnir hjá Skálagarð eru áhugaverdir og hóska væl til søguna, vit royna at lýsa í Pakkhús 5. Tí vóna vit, at nógv fólk koma á gátt, og soleiðis vilja veita sín stuðul til sjálvbodna arbeiðið at gera savnið størri og enn betri.

Søguligir lutir, veggjamyndir og skjøl, ið vanliga eru at síggja í Pakkhús 5, vera eisini frammi meðan málningaframsýningin er. So hjá teimum, ið ikki hava vitjað savnið enn, er hetta eitt gott høvi til tess.

Pakkhús 5 takkar Tórshavnar kommunu fyri sýnda vælvild í sambandi við lán av málningunum. 

Atgongumerki kosta kr. 50/- fyri vaksin og mugu rindast í reiðum peningi við dyrnar. Børn hava ókeypis atgongd.

Price

50.00 DKK

When and where

Date

17. November - 18. November 2017

Time

14:00

Where

Pakkhús 5

Address

Havnalagið 38

Zip code

800

City

Tvøroyri

Share event