[This text is not available in English]
Så er den gal igen ...
Fólkini handan Café Gløgg fingu ikki nokk av sær sjálvum ella tykkum kæru áskoðarum í fjør og tí er aftur ballada á Tjóðpallinum.
Kom á Café Gløgg á Tjóðpallinum og set hol á eitt stuttligt kvøld. Her er dansur, sangur, látur og skrøgg fyri allar pengarnar. Kom í góðari tíð, set teg afturá við einum glasi av gløgg og gloym alt um strongd, jólatrøll og alt tað tú ikki fert at náa, meðan undirhaldið fer fram á pallinum.
Ársins jólatrøll eru:
Hans Tórgarð og Hans Pauli Tórgarð, Gunnvá Zachariasen og Mariann Hansen og ikki minst - maestro, Magnus Johannessen
Spælt verður:
Hóskvøld og fríggjakvøld kl. 19. Leygarkvøld og sunnukvøld kl. 18.00.
Atgongumerki: kr 240,-
TILBOÐ: Leikur & Matur
Aftaná Café Gløgg borðreiðir Áarstova við eini serligari Café Gløgg-matskrá
Føroyskur lambsbógvur við drykkivørum + kaffi ella the + dessert eftir egnum ynski
Kostnaður einans 749,- fyri hvønn