Search



Search
« Back to list

Savnsfagnaður á Listasavninum

[This text is not available in English]

Í heystfrítíðini eru spennandi verkstovur, listaveiða og uppgávur til børn á Listasavninum.
Opið er frá kl. 11 til 16 mánadag til fríggjadag og tað er ókeypis.

VERKSTOVA: Tekna trøll við Jan Nystrøm
Hvønn dag kl. 11.30 og 13.00
Saman við børnunum fer Jan Nystrøm at tekna trøll.
Verkstovurnar egna seg best til børn í skúlaaldri, t.e. eldri enn 7 ár. Jan elskar at tekna trøll, og á verkstovuni fer hann at geva børnunum ymisk amboð til at festa sítt hugflog á pappír.
Verkstovurnar egna seg best til børn í skúlaaldri, t.e. eldri enn 7 ár. 15 børn kunnu luttaka á hvørjari verkstovu. Atgongumerki eru at fáa í avgreiðsluni. Atgongumerki kunnu fáast frá kl. 11 og skulu nýtast sama dag.

LISTAVEIÐA: 
Listaveiða er á skránni allan dagin. Børn og vaksin kunnu fara á veiðuferð í Listasavninum og loysa ymiskar uppgávur við støði í verkunum í savninum.

TEKNA:
Vit hava gjørt tekningar av listaverkum í føstu framsýningini, sum øll kunnu leggja litir á. Millum hesar er myndin av eini ommu hjá Sigrun Gunnarsdóttir og súlurnar hjá Edwardi Fuglø. Eisini ber til at gera sína egnu tekning.

Listasavnið er opið hvønn dag frá kl. 11-16.
Ókeypis atgongd. Øll eru hjartaliga vælkomin

When and where

Date

9. October - 13. October 2017

Where

Listasavn Føroya

Address

Gundadalsvegur 9

Zip code

100

City

Tórshavn

Organizer

Name

Listasavn Føroya

Phone

+298 313579

E-mail

info@art.fo

Website

Share event

Map