Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Vitja Fuglafjørð í heystferiuni

[This text is not available in English]
Kom til Fuglafjarðar týsdagin í heystferiuni! Her er nógv á skránni, so bæði vaksin og børn kunnu sagtans brúka ein heilan dag her.

Savnsvitjan í Fuglafirði: Týsdagin 10. oktober ber til at uppliva tey øðrvísi søvnini, sum eru her: Bilasavnið, Bátasavnið, Høvdahúsini og Piddasahandil. Hetta er ein familjutúrur ætlaður børnum við foreldrum ella ommum og abbum ella øðrum vaksnum, sum helst eisini vita onkra søgu at fortelja um tey tingini, vit síggja, frá teirra ungu døgum.
Túrurin kostar kr. 100 fyri tey vaksnu, meðan børnini, sum eru saman við teimum, eru ókeypis. Vit hittast á Kunningarstovuni kl. 13 og ganga eftir sandinum til Gjógvarámunnan, har víkingar fyrst búsettust, og hoyra um gamlar dagar og hvussu børn spældu har fyrr.
Síðani ganga vit framvið gomlu skonnartina, Kyrjastein, og fara yvir í gomlu Høvdahúsini, sum upprunaliga vórðu bygd í Lamba og síðani róð til Fuglafjarðar og sett upp aftur her.
Aftaná vitja vit Bilasavnið, sum hevur gamlar bilar, knallertir og brandbil – ein av bilunum er 50 ár!
Haðani fara vit inn í Bátasavnið, har nógvir gamlir bátar og onnur gomul útgerð er. At enda fara vit uppá í gamla handilin í Fuglafirði, sum kallast Piddasahandil, og sum í dag selur heimavirkaðar vørur. Til ber at keypa sær kakao og bollar í Ribarhúsi aftaná.

Vit ætla at vera liðug soleiðis, at tey, sum hava hug, kunnu royna at karða og síðani gera ein ullaeingil uppi á Ribarslofti aftaná. Kostnaðurin er kr. 70 fyri børn. Vaksin saman við børnum eru ókeypis.

Eftir gongutúrin ber eisini til at síggja ein film á bókasavninum í Fuglafirði: Týsdagin og hósdagin í heystferiuni verður ókeypis filmssýning fyri børn kl. 15. Lýst verður nærri á facebook hvør filmur verður sýndur.

Um kvøldið eru tvey ymisk tiltøk. Kl. 19 ber til at royna Heimablídni heima hjá familjuni Vík, sum hevur ein góðan, forkunnugan døgurða á skránni. Tey gera mat burturúr føroyskum rávørum, sum tey í stóran mun sjálvi hava fingið til vega. Fyrsta heimablídniskvøldið verður týsdagin 10. oktober, tá tey borðreiða við grillaðum hummara, stoktum og grillaðum havhestaunga og góðari rabarbu-dessert við marsipani og kaffi afturvið.
Tríggir rættir kr. 500, drykkivørur kunnu keypast afturat. Her er avmarkað pláss, men fall ikki í fátt, um her er fult. Tað verður helst endurtikið og annars ber eisini til at fáa sær ein góðan døgurða á Muntra!

Kl. 20 týskvøldið verður ein fyrilestur í Mentanarhúsinum við Bergur Rønne Moberg um William Heinesen, kristindóm, evropeiska heimspeki og skaldskap.
William Heinesen sigur ferð eftir ferð, at ongin søgukringur ella ideheimur hevur hugkveikt hann meira enn kristindómurin - meira enn allar mytologiir, -ismur og rák. Vit hava mest hoyrt um tann ikonoklastiska William, sum kritiserar trúarsamkomur, samstundis sum hann er hugtikin av teimum. Men hetta er ikki øll søgan...

Men tað er ikki bara týsdagin, at ting henda í Fuglafirði!
Leygardagarnar 7. & 14. oktober kl. 10-17 verður eitt seymiskieð í Ribarhús undir kvøldskúlanum, har Odvør á Lakjuni og Fía í Skorini undirvísa. Kostnaðurin er kr. 400 fyri fimm leygardagar, tí skeiðið heldur áfram inn í november.

Í Gallarí Ribarhúsi letur ein listaframsýning upp 13. oktober. Tað er David á Brúnni, sum sýnir fram.

When and where

Date

7. October - 14. October 2017

Where

Søvnini, Ribarhús, Mentanarhúsið og heimavitjan

Address

Í Støð 1

Zip code

530

City

Fuglafjørður

Organizer

Name

Kunningarstovan í Fuglafirði

Phone

238015

E-mail

visit@fuglafjordur.fo

Share event

Tags

Heystferiutiltøk