Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Kvæði og kvøðing

[This text is not available in English]


Sláið Ring og Norðurlandahúsið skipa fyri almennum tiltaki um føroyskan dans. Sjálvt tiltakið er ókeypis, men nátturðin, sjálvtøkuborð, kann keypast fyri kr. 129,-.
Dansináttin í Norðurlandahúsinum, sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring hava skipað fyri í mong ár, er nú flutt frá sumrinum og út á heystið, í ár til 21. oktobur.Ætlanin er, at vit til hvørt tiltak hava eitt ávíst evni, sum verður lýst í fyrilestri og á gólvi.Í ár er evnið Runsivalsstríðið. Hanus Kamban heldur fyrilestur. Óli á Geilini skipar Runsivalsstríðið, og Símun Erik Johannesen skipar Amunds rímu.

Møguliga eru fleiri, ið ikki kenna so væl omanfyrinevndu kvæði, og tí hava vit eisini í skránni nøkur kvøði og vísur, sum vit rokna við at meginparturin av luttakarunum hevur kunnleika til.
Tá vit hava verið ígjøgnum føstu skránna, verður frítt at skipa og kvøða.Sjálvt tiltakið er ókeypis, men nátturðin, sjálvtøkuborð, kann keypast fyri kr. 129,-.

Skráin fyri tiltakið: Kvæði og kvøðing 21. oktober 2017 er:

Kl. 16:00         Fyrilestur um Runsivalsstríðið             Hanus Kamban                  
Kl. 17:00         Runsivalsstríðið                                   Óli á Geilini                       
                        Lorvíks Páll                                         Kathrina Hansen
                        
Kl. 18:30         Nátturði. 

Kl. 19:30         Vit fara upp á gólv.
                       
Bøhmerlands Dronningen                      Karstin í Húsinum             
                     
 Ámunds ríma                                         Símun Erik Johannesen     
                       
 Bjarnabani                                              Hervør Jørgensen               
                       
 Frítt at kvøða, til uml. kl. 22.
Uppskriftin, sum Óli á Geilini brúkar til Runsivalsstríðið,  er úr hefti 4, ið Klaksvíkar Dansifelag gav út í 1975. Hon er ógvuliga lík uppskriftini í Kvæðabók 1, sum er at finna á heimasíðuni hjá Eysturoyar dansifelag: eystdans.dk.Símun Erik Johannesen brúkar eina uppskrivt, sum tey hava brúkt í Stórhúsi í Dali. Her avskrivað av bandupptøku, sum abbi Símun Erik, Jens Ludvík Johannesen hevur kvøðið. Hendan uppskriftin er at finna inni á heimasíðuni hjá Fótatraðk: fotatradk.com.

When and where

Date

21. November 2017, Tuesday

Time

16:00

Where

Norðurlandahúsið

Address

Norðari Ringvegur

Zip code

100

City

Tórshavn

Share event

Map