Kunning.fo

Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

GANG FØROYA VAKRASTA HÁLVMARATON 2018

Aftur í ár skipar ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri eini hálvmaraton renning leygardagin 1. september. Teinurin runnið verður er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandavági. Kostnaðurin verður 300 kr fram til mikudagin 1. august ella so leingi atgongumerki eru eftir. Eftir hetta verður kostnaðurin 350 kr. Fyri hvønn luttakara til gangi hálvmaraton, stuðlar Ítróttarfelagið Frælsi Krabbameinsfelagnum við 100kr .Tíverri ber einans til at gjalda við DK dankort, og ikki Mastercard.


Prísur

300,00 DKK

Nær og hvar

Dagfesting

1. septembur 2018, leygardagur

Klokkan

10:00

Hvar

Gásadalur

Deil Tiltak

Kort