Search



Search
« Back to list

MARTY STUART, ARNAR INGI ÓLAFSON AND HALLUR JOENSEN

[This text is not available in English]
14. oktober verður risa stórt country kvøld í Havn, við ikki færri enn trimum stórum countrynøvnum. Navnframi amerikanski country tónleikarin og sangskrivarin Marty Stuart, íslendski Johnny Cash tulkarin Arnar Ingi Ólafsson og okkara egni Hallur Joensen levera tónleikin á Country kvøldinum í Høllini á Hálsi. 

Marty Stuart gjørdist av álvara kendur í áttatiárum sum partur av bólkinum hjá Johnny Cash. Sum solistur hevur hann havt hitt sum The Whiskey Ain't Workin’, This One's Gonna Hurt You , Tempted, Hillbilly Rock, Western Girls og Arlene. Marty Stuart hevur eisini The Marty Stuart Show, har hann fær vitjan av tónleikarum og spælir saman við teimum. 

Arnar Ingi Ólafsson er longu eitt kent navn í Føroyum eftir framførsluan á Country & Bluesfestivalinum í Sørvági. Hann hevur gjørt vart við seg í heimlandinum við sínum tulkingum av Johnny Cash, og hansara rødd liggur sera tætt við røddina hjá Cash. 

Eftir konsertina við hesum báðum kemur sjálvur country kongurin Hallur Joensen at spæla til dans.

Price

375.00 DKK

When and where

Date

14. October 2017, Saturday

Time

21:00

Where

Høllin á Hálsi

Zip code

100

City

Tórshavn

Share event

Map