Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
PÆDOFILI I, II OG III

[This text is not available in English]
bituff varpar ljós á pædofili.

Hóskvøldið 19. oktobur, hóskvøldið 30. novembur og týskvøldið 30 januar verður fyrilestur í Skótahúsinum við Løkin í Runavík.
Øll trý temakvøldini fara at viðgera evnið pædofili.Pædofili og siðamisbrot er ikki bara nakað, sum hendir úti i stóru verð.
KRIS, ið arbeiðir við at ráðgeva og hjálpa børnum og familjum, sum uppliva siðamisbrot í Føroyum, fær uml. 40-60 fráboðanir um árið um kynsligan ágang móti børnum. Hetta svarar til umleið 1 áheitan um vikuna.
Endamálið við temakvøldinum um pædofili, er at upplýsa og læra um eitt evnið, sum er eitt stórt tabu í flest øllum samfeløgum.Fyrilestrarnir á temakvøldunum fara at snúgva seg um barnið, skemmaran, viðgerð, prosessina og tey avvarandi.Sálarfrøðingur Maibritt Højgaard frá bituff leiðir øll trý kvøldini orðaskifti, har høvi verður at seta spurningar og tosa um, hvussu vit sum borgarar á besta hátt kunnu handfara kynsligan ágang móti børnum.Pædofili og siðamisbrot kunnu hava stórar kensluligar, persónligar og samfelagsligar avleiðingar fyri øll, og tí mugu vit eisini tora at tosa um viðgerð, prosessina og tey avvarandi.Her kanst tú keypa atgongumerki til øll trý temakvøldini fyri 1.295 kr. íroknað mvg.

Price

1295.00 DKK

When and where

Date

19. October 2017, Thursday

Time

19:30

Where

Skótahúsið við Løkin

Address

Mýravegur 22

Zip code

620

City

Runavík

Organizer

Name

Bituff

Phone

+298 289193

E-mail

info@bituff.com

Website

Share event

Map