Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Svenskur barnabiografur

[This text is not available in English]

Svenskur barnabiografur við kendum svenskum filmum
Á Land í eygjsón kunnu børnini gleða seg til eina røð av kendum svenskum barnafilmum. Pippi, Ronja, Álvur Ákason, Emil og fleiri onnur. 

Skráin

Sunnudagin 24. september kl 14:00-17:00
Kl.14:00 - 15:00 : Pippi (2 partar, hvør partur varir umleið 30 min.)
Kl.15:00 - 17:00 : Ronja Ránsmannadóttir
Leygardagin 30. september kl 10:00-11:00 og kl. 15:00-17:00
Kl. 10:00 - 11:00 : Emil & Ida úr Lönnibergi
Kl. 15:00 - 15:40 : Álvur Ákason (4 partar, hvør partur varir umleið 10 min.)
Kl. 15:40 - 17:00 : Pettson og Findus – kettunauturin
Sunnudagin 1. oktober kl. 14:00-17:00
Kl. 14:00 - 15:20 : Mamma Mu og krákan
Kl. 15:30 - 17:00 : Detektivstovan hjá Lassa og Maiu
 

Um filmarnar

Til tey yngstu børnini:Mamma Mu og krákan2008, úr 3 árum, 77 min.
Mamma Mu er ein reyð mjólkikúgv, sum ikki er heilt sum hini neytini í fjósinum og á bønum, sum halda tað er feitt bara at jótra og kveistra flugur burtur við halanum. Mamma Mu vil svimja, súkkla, reiggja, skoyta og dansa og hon gerst vinur við Kráku, sum heldur honn er ein løgin kúgv!
Emil & Ida úr Lönnibergi2013, úr 3 árum, 59 min.
Emil býr í Katholti í Smálandi saman við mammu og pápa og lítlusystrini Idu umframt tænastufólkunum Alfred og Linu. Hann ger alla tíðina skálkabrøgd, mest av óvart, og endar í skúrinum, har hann telgir træverur til pápin hevur sissað seg aftur.
Álvur Ákasonúr 3 árum, hvør partur er 10 min.
Nógvar søgur eru um 7 ára gamla Álv Ákason, sum er ein heilt vanligur drongur, ið býr einsamallur saman við pápa sínum í stórbýnum. Stórur er hann ikki og heldur ikki sterkur. Og hann berjist heldur ikki. Hann tímir bara væl at spæla og stuttleika sær, men kann eisini blíva súrur, øvundsjúkur og bangin fyri spøkilsum.ða ika sær, men hann kann eisini gerast
Pettson og Findus – kettunauturin2000, úr 3 árum, 77 min.
Alt byrjar tá Pettson verður læstur inni á vesinum og verður øgilga súrur. So súrur, at hann krevur at Findus vaska og rudda. Findus tekur avgerð um at skriva til Kong, so Kongur kann sannføra Pettson um, at smáar kettur ikki eiga at vaska og rudda.
Pippi, hvør partur er umleið 27 min.
Pippi Langsokkur er heimsins sterkasta genta, sum býr á Villingaváli saman við harra Nilsson og hestinum. Í grannahúsunum búgva Tummas og Annika, sum gerast bestu vinir hjá Pippi. Pippi dugir væl at finna upp á stuttlig spøl, hóast hon eisini fær ilt í tey fínaru fólkini við sínum skálkabrøgdum.
Til tey eldru børnini:Ronja Ránsmannadóttir, 1984, 120 min, loyvdur øllum, men fráráddur børnum undir 7 ár.
Eina ódnarnátt verða tvey børn í tveimum ránsmannabólkum fødd: gentan Ronja og drongurin Børkur. Ronja býr á Mattisborgini saman við foreldrunum og restini av ránsmannabólkinum. Ta náttina, hon varð fødd, varð borgin klovin í tvey av einum snarljósi. Gjógvin gjøgnum borgina verður rópt Heljargapið. Øðrumegin búgva Ronja og tey og hinumegin búgva Børkur og tey. Ronja og Børkur gerast vinir og royna at fáa sátt og semju millum tey vaksnu.
Detektivstovan hjá Lassa og Maiu: Loyndarmálið hjá von Brom2014, 73 min, loyvdur øllum, men fráráddur børnum undir 7 ár.
Lassi og Maia búgva í Válavík. Tá tey ikki eru í skúla, reka tey detektivstovuna hjá Lassa og Maiu. Hesuferð snýr tað seg um, at Lassi og Maia noyðast at hjálpa fitta politimeistaranum í Válavík at fanga tjóvin, sum stjelur sjáldsamar og virðismiklar lutir, so hann sleppur undan at missa starvið.

When and where

Date

24. September - 1. October 2017

Time

14:00

Where

Norðulandahúsið (dansistovan)

Address

Norðari Ringvegur

Zip code

100

City

Tórshavn

Organizer

Name

Norðurlandahúsið

Phone

+298 351351

E-mail

nlh@nlh.fo

Website

Share event

Map