Search



Search
« Back to list

Sommermatiné in Tórshavn Cathedral

[This text is not available in English]
Leygardagin 12. august kl. 11.30 fara Kenneth Jones og Birgitte Schnakenburg at spæla til matiné í Havnar kirkju.

Kenneth Jones er trompetleikari. Hann starvast á musikkskúlum kring landið og er væl kendur í føroyska hornorkesturheiminum. Upprunaliga er hann úr Wales, men hevur nú í nógv ár búð og arbeitt í Føroyum.
Birgitte Schnakenburg spælir klaver og arbeiðir Tórshavnar musikkskúla, har hon bæði undirvísir í klaver og hevur fylgisspælið, tá ið næmingar, sum spæla onnur ljóðføri, hava tørv á fylgisspæli. Birgitte er upprunaliga donsk og hevur eisini í nógv ár búð í Føroyum.

Kenneth og Birgitte hava spælt saman í fleiri ár og havt nógvar konsertir saman. Tey hava eisini givið út fløgu við tónleiki fyri trompet og klaver.

Leygardagin fara tey at spæla tónleik av William Himes, Jørgen Jersild, Kristian Blak og Kenneth Jones.

Vælkomin til matiné í Havnar kirkju leygardagin.


When and where

Date

12. August 2017, Saturday

Time

11:30

Where

Havnar Kirkja

Zip code

100

City

Tórshavn

Share event

Map