Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Hjálp, eg skal uttanlands at lesa!

[This text is not available in English]
Tað kann tykjast trupult og tungt, tá tú skal flyta av landinum í lestrarørindum. Hvussu gert tú við SU? Hvat við NemId? Kanst tú brúka føroyskt ella skal tú hava danskt? Tú ert fødd/ur í Føroyum, men hvussu fær tú danskt CPR nummar? Letur tað seg yvirhøvur gera? Og hvussu gert tú nú við sofuna, sum tú skal hava við?

Um tú ert ein av teimum, ið situr við onkrum av hesum ella øðrum spurningum, er tað akkurát tær, vit skulu hava fatur á. 

Hóskvøldið 3. august skipar Ó saman við BankNordik fyri tiltakinum “Hjálp, eg skal uttanlands at lesa.”

Tiltakið er ókeypis.

Vit hava royndar og viðkomandi stovnar, ið vita næstan alt um, hvussu tað er at flyta í lestrarørindum. 

Vit hava harumframt lesandi úr øllum heiminum, ið greiða frá, hvussu tú skal gera, tá tú flytur, hvat tú skal minnast til, og hjálpa tær við teimum mest basalu viðurskiftunum so sum bussum, tokum og lestrarlívinum annars.

Skráin er ikki fastløgd enn, men tú kanst vænta tær upplýsingar um:
- NemId
- CPR nummar
- At flyta bústað
- Peningaviðurskiftir

Umframt, hvussu tú skal gera, tá tú flytur til:
- Danmark (Keypmannahavn, Aalborg, Aarhus og Odense)
- Ongland
- Skotland
- Ísland
- Pólland
- Annað

Aftur við framløgunum bjóða vit góðan og leskiligan mat. Tú hevur harumframt møguleikan at vinna fleiri góðar og spennandi vinningar. Seinast luttóku út við 150 ungdómar. Tiltakið var ein brakandi success. 

Set krúss í kalendaran og kom við til “Hjálp, eg skal uttanlands at lesa” hóskvøldið 3. august 2017.

Síggjast!

When and where

Date

3. August 2017, Thursday

Time

19:00

Where

BankNordik

Address

Oknarvegur 5

Zip code

100

City

Tórshavn

Organizer

Name

Ó

E-mail

hs@o.fo

Share event