Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Flaggdagshald í Havn

[This text is not available in English]
Týsdagin 25. apríl skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi á Vaglinum í Havn.   Skrúðgongan byrjar kl. 15, har Havnar Hornorkestur og skótarnir í Havn marsjera. Gingið verður úr Kommunuskúlagarðinum oman á Vaglið. Í ár verður tað Eydna Skaale, ið fer at halda flaggdagsrøðuna.  
Hendan hátíðardag verður Merkið vundið á stong, og vit minnast, at Merkið tann 25. apríl 1940 varð viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga. Siðvenjan við Flaggdagshaldið á Vaglinum hevur verið fastur táttur á hvørjum ári síðani 1947. Tað er sostatt 70 ár síðani at Flaggdagshaldið, í sínum núverandi formi, bleiv hildið fyrstu ferð.  
Havnar Hornorkestur varð stovnað 13. februar 1903 og er tískil eitt av elstu tónleikafeløgum í Føroyum. Síðan 2003 hevur orkestrið dagliga húsast í Íshúsinum aftanfyri Reinsaríið og við síðuna av Perluni í Tórsgøtu í Tórshavn.   Næsta stóra tiltakið, ið Havnar Hornorkestur luttekur í, verður fríggjadagin 12. mai, tá ið árliga Musikkstevnan verður hildin í skúlanum í Sørvági.    

Vinaliga vegna, Havnar Hornorkestur

When and where

Date

25. April 2017, Tuesday

Time

15:00

Where

Vaglið

Zip code

100

City

Tórshavn

Organizer

Name

Havnar Hornorkestur

Phone

+298 218049

Website

Share event

Map