Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Ísurin hvørvur í Arktis. Hvat merkir hetta fyri Føroyar ?

[This text is not available in English]
Ókeypis atgongd
Vit føroyingar kenna nú sviðan av veðurlagsbroytingum íkomnar av globala CO2-útlátinum orsakað av fossilum brennievnum. Jólaódnirnar og ringa veðrið hagartil í 2017 hava kostað tryggingarfeløgum slakar 100 milliónir, og er hetta tíðanverri bert byrjanin til ógvusligar broytingar í okkara veðurlagi, sum koma at hava risastóra árvirkan á okkara samfelag bæði fyri einstaklingar og vinnulív. Altjóða metereologar ógvast yvir megina í jólaódnini og vænta at vit koma at fáa fleiri slíkar og kanska við enn størri megi.

Hesar broytingar fyri okkara viðkomandi stava einahelst frá at ísurin í Arktis bræðir við sera stórari ferð, og er hitin á Norðurpólinum í løtuni 20 stig hægri enn vanligt. Eisini hitnar sjógvurin við Føroyar – hitin á botni farna november var um 10 stig, sum er nógv hægri enn vanligt, vaksandi nøgdirnar av pelagiskum fiski hjá okkum eru kortini eitt – positivt – úrslit av veðurlagsbroytingum.

Fyri at kunna um hesar stóru veðurlagsbroytingar hjá okkum sum nú fara fram verður fyriskipað, saman við Norðurlandahúsinum, eitt ókeypis alment temakvøld hóskvøldið 27. april har umboð fyri Scott Polar Institute og Woods Hole, sum eru millum heimsins bestu á økinum, samanvið okkara Boga Hansen fara at røða um hesar broytingar og hvat vit kunnu vænta okkum og sjálvandi eisini teir møgulleikar sum broytingarnar kunnu viðføra.

Hetta tiltak er sera viðkomandi – hetta eru partar av Føroya framtíð, sum fara at verða viðgjørdir av leiðandi serfrøðingum, broytingar sum vit øll verða noydd at taka eina støðu til og gera okkara fyri at bøta um, sigur Johan Mortensen, sum er ein av fyrireikarunum av tiltakinum. 
Aftaná fyrilestrarnar verður høvið at hitta fyrilestrahaldararnar og fáa okkurt ábit
Stigtakari er Jóhan Mortensen.
Stuðlað tiltakinum hava EIK-Banki, Hiddenfjord
Aðrir stuðlar eru Atlantic Airways og Føroya Bjór

When and where

Date

27. April 2017, Thursday

Time

19:30

Where

Høllin, Norðurlandahúsið

Address

Norðari Ringvegur

Zip code

100

City

Tórshavn

Share event