Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Altjóða Poesidagur

[This text is not available in English]

Poesikvøld á Býarbókasavninum

21. mars er altjóða poesidagur, og í hesum sambandi kastar Býarbókasavnið ljós á yrkingar og yrkjarar við at skipa fyri poesikvøldi frá kl. 19-21.

Gestarithøvundar verða Sissal Kampmann, Trygvi Danielsen og Vónbjørt Vang. Á skránni verður upplestur og prát um poesi, har ymsir áhugaverdir spurningar verða settir, so sum: hvaðani kemur íblásturin? og: hví skulu vit lesa/skriva yrkingar?

Sissal Kampmann
er í 2017 tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið Sunnudagsland, sum kom í 2016. Hon hevur júst fingið eitt árs starvsløn frá Mentanargrunni Landsins.

Trygvi Danielsen
er á gáttini við einum nýggjum savni. Fyrsta savn hansara, The Absent Silver King, kom í 2013, og í 2014 fekk hann árligu virðislønina hjá Mentamálaráðnum til ungt listafólk.

Vónbjørt Vang
er í gongd við sítt næsta yrkingasavn. Fyrsta savnið, Millumlendingar, kom í 2011. Hon er bókavørður á Býarbókasavninum, har hon millum annað hevur ábyrgdina fyri savninum av yrkingasøvnum.


Tiltakið verður týskvøldið 21. mars kl. 19-21, og tað er ókeypis atgongd. Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður, verður vertur.

When and where

Date

21. March 2017, Tuesday

Time

19:00

Where

Býarbókasavnið

Address

Niels Finsens gøta 7

Zip code

100

City

Tórshavn

Organizer

Name

Býarbókasavnið

E-mail

bbs@bbs.fo

Website

Share event