Search



Search
« Back to list

Vitjan hjá SEV í vindmyllulundini í Húsahaga

[This text is not available in English]
Vitjan hjá SEV í Húsahaga fríggjakvøldið 24. mars

Visit Tórshavn skipar enn einaferð fyri einum túri fyri almenninginum niðan til vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga.

Túrurin verður fríggjadagin 24. mars í sambandi við Earth Hour, ið er tann 25. mars. Earth Hour er løtan har vit sløkkja ljósini fyri at varpa ljós á veðurlagsbroytingar. 

Kl. 19.00 fer bussur úr Steinatúni niðan í Húsahaga. 
Greitt verður stutt frá ljósætlanini í vindmyllunum.
Aftan á verður farið inn í koplingarstøðina hjá SEV. 
Okkurt gott verður til góman og góður tónleikur verður at hoyra.
Uml. Kl. 21 koyrir bussurin oman aftur í Steinatún.
Á veg oman aftur verður koyrt út til vindmyllurnar at lurta eftir
veingjasuðinum.

Tað er ikki neyðugt at lata seg í tey tjúkku klæðini , tí at túrurin verður fyri tað mesta innandura.

Tað er bert atgongd fyri tey, ið eru við bussinum, so tað ber ikki til at koma við egnum bili.

Tiltakið er ókeypis.

Tilmelding á tel: 30 24 25 ella á mail: torsinfo@torshavn.fo ella kom inn á gólvið hjá Visit Tórshavn í Steinatúni.

Tað er sera avmarkað atgongd, so tað er at skunda sær at melda til !

When and where

Date

24. March 2017, Friday

Time

19:00

Where

Húsahagi

Zip code

100

City

Tórshavn

Organizer

Name

Visit Tórshavn og SEV

Phone

+298 302425

E-mail

torsinfo@torshavn.fo

Website

Share event