Search



Search
« Back to list

Eitt ynski á ferð

[This text is not available in English]

Barnafestivalurin 2017
Planeta 15 og Dagarnir 2016 í samstarvi við Norðurlandahúsið presentera Eitt ynski á ferð.

Ein sansavilliniborg fyri øll úr 7 árum og uppeftir. 

Eitt ynski á ferð er ein livandi sansalig ferð um eitt persónligt ynski og um teir óteljandi møguleikarnar, sum finnast her og nú. 

Hetta er ein søga um ynski – bæði egin og felags. Eitt leikverk, sum er ein ferð, sum áskoðararnir fara á saman. Tað er eitt ævintýr fyri sansirnar. Eitt spæl fyri forvitnið. Friður fyri sálina. Ein ferð inn í ein heim, har tínir dreymar kunnu fáa skap, har tú kanst byrja (her og nú) at gera teir til veruleika. 

Eitt ynski á ferð er ein (ferða)framførsla fyri øll menniskju, sum hava eitt ynski. Aldur, stødd ella litur á ynskinum er líkamikið. Øll eru vælkomin inn í hesa skýmingarvilliniborgina.

Price

30.00 DKK

When and where

Date

1. April - 9. April 2017

Where

Norðurlandahúsið

Address

Norðari Ringvegur

Zip code

100

City

Tórshavn

Organizer

Name

Norðurlandahúsið

Phone

+298 351351

E-mail

nlh@nlh.fo

Website

Share event