Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Sunnari lív við nudging

[This text is not available in English]
Sunnari lív við nudging Tá eitt nýtt ár byrjar eru tað nógv sum lova sær sjálvum at nú skal okkurt nýtt henda. Eg skal klænka, eg skal íðka, eg skal vera meira saman við familjuni ella annað. Nógvir kurar og skipanir eru til at hjálpa okkum við at halda okkara egnu lyfti. Nudging er ein tilgongd sum kann hjálpa okkum við øllum hesum lyftunum vit hava givið okkum sjálvum. Orðið Nudging sæst javnan á netinum og í øðrum miðlum. Nudging kann umsetast til ”at fáa eitt eymligt skump”, og tað snýr seg um, hvussu vit kunnu gera tað lættari fyri okkum sjálvi at taka avgerðir um kost, rørslu og annan atburð. bituff bjóðar til temakvøld um, hvussu tú kanst taka Nudging við inn í heimi, í frítíðina, í bilin og í handlarnar. Temakvøldið fer serliga at snúgva seg um hvussu vit eta betri og sunnari við íblástri frá nudging. Nudging leiðreglurnar siga t.d., at vit hava lættari við at røra okkum, um vit longu eru í ítróttarklæðum, tí klæðini og skógvarnar nærum skumpa okkum avstað. Vit eta eisini minni góðgæti, um vit eta karamellur í pappíri, enn tá vit seta eina stóra skál við blandaðum bommum á borðið og koyra ein neva uppí munnin. Tað er eisini nógv lættari at eta gularøtur, um tær standa flustar í einum ílati í eygnahædd í køliskápinum, enn um posin við gularótum liggur niðast og aftast í grønmetisskuffuni. Við øðrum orðum hava karmar og umstøður rundanum mat ótrúðliga nógv at siga. Tað vit síggja eta vit og er nógv til og maturin lætt atkomuligur eta vit meira. Tí eta vit nógv meira, tá ið vit fara til eitt sjálvtøkuborð. Har er nógvur matur, nógv sløg og um vit innstilla okkum til at royna eitt av hvørjum, so oveta vit. Vit fara at hoyra um nudging leiðreglur og amboð, ið gera tað lættari at taka góðar og sunnar avgerðir um mat, rørslu og atburð. Á temakvøldinum læra vit, hvussu vit kunnu menna okkara tilvitan og skapa góðar rammur fyri tí atburði, vit ynskja bæði hjá okkum sjálvum og hjá øðrum. Vit gleða okkum til at síggja tykkum. Tað eru Lotte Juul Madsen og Stine Junge Albrechtsen, báðar kliniskir kostráðgevar úr Danmark, sum eru fyrilestrahaldarar á tiltakinum, sum verður hildið í trimum støðum í landinum. Í Gott í Saltangará mikukvøldið 5. apríl kl. 19.30-22.00, á Seglloftinum á Tvøroyri hóskvøldið 6. apríl kl. 19.30-22.00 og á Reinsarínum í Tórshavn fríggjadagin 7. apríl kl. 14.00-16.30. Kostnaður fyri luttøku á temakvøldinum er 250 kr. og tilmelding fer fram við at skriva til info@bituff.com. Les meira um nudging og fyrilestrahaldararnar á www.bituff.com

When and where

Date

5. April 2017, Wednesday

Time

19:30

Where

Í Gott

Zip code

600

City

Saltangará

Organizer

E-mail

info@bituff.com

Website

Share event