Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Floksmannadagar

[This text is not available in English]

Hósdagin 22. juni og leygardagin 24. juni verður ein serlig náttúru, mat- og mentunaruppliving í Hattarvík, í fótasporum Floksmanna.

Hugskotið eiga Gutti Winther og Símun Gullaksen, og er hetta ein avleiðing av samstarvi teirra í  “Spískamarið” í 2014, har tað millum annað varð borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í 4 til 5 tímar undir jørð.

Túrurin byrjar í Hvannasundi kl. 08:45 har ferðast verður við “Rituni” til Hattarvíkar. Túrurin tekur uml. 1 tíma og 15 minuttir og er møguleiki at njóta Viðoy, Svínoy og Fugloy frá sjónum. Komin til Hattarvíkar, verður fari í land á Trøllagjónni, har vertirnir takað ímóti og kósin verður sett beinleiðis til teigar floksmanna, við liðina av Bakkahjallinum, har kynt verður undir bálinum alt fyri eitt. Síðani verður borðreitt við einum mergjaðum morgunmati, har serføroyskur viðskeri er á matarlepanum: Skerpikjøt, rullipylsa, kjøtpylsa, egg vm. - alt úr tí serføroyska kovanum verður notið.
Eftir hetta verður ein gongutúrur niðan á Eystfelli. Gingið verður niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Hugt verður omanyvir Bispin (Stapan) og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin húsast. Framhaldandi verður gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin. Hesin túrur tekur uml. 3 tímar. Á túrðinum verða ferðaleiðarar og hjálparfólk og greitt verður frá ymiskum søguligum á vegnum. Komin oman úr haga, verða gestirnir móttiknir av kokkinum og verða annars við til at grava máltíðina upp og borðreiða. Afturvið verða føroyskt framleiddir snapsir og serlig bryggja Floksmannabjór frá Føroya Bjór, sum inniheldur ymiskar góðar urtir úr Eystfellinum. Undir borðhaldinum verður undirhald, tónleikur og frásøgur, umframt at Jóan Pauli Joensen kemur at hugleiða eitt sindur um serliga føroyska matmentan. Eftir borðhaldið verður farið upp á gólv, og luttaka góð kvæðafólk í ringinum. Fráferð verður úr Hattarvík uml. kl. 19:45 við “Rituni”.

Aldursmark 18 ár.

Kostnaður er 1.495,00 kr. pr. persón

Íroknað kostnaðin er:
  • Ferðaseðlakostnaður við "Rituni" fram og aftur
  • Allur matur, 3 máltíðir og drekkivørur
  • Undirhald
  • Ferðaleiðarar vm.

Price

1495.00 DKK

When and where

Date

24. June 2017, Saturday

Where

Í Hattarvík

Address

Uppi í Húsi 3

Zip code

FO- 767

City

Hattarvík

Organizer

Name

Uppistovugarðurin

Phone

+298 217055

E-mail

simun@grafia.fo

Website

Share event