Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Gangnam Jól í Sjónleikarhúsinum

Nú stundar av álvara til jóla, og aftur í ár fer Havnar Sjónleikarfelag á pall við einum jólaleiki. Hesuferð er talan um ein føroyskan jólaleik, sum er fyri bæði børn og vaksin.

Jólaleikir eru vanliga fyri børnini – og tað er hesin eisini – men leikurin setur eisini okkum vaksnu nakrar viðkomandi spurningar. Tí hvussu halda vit tey bestu jólini? Skulu jólini vera perfekt? Og hvussu eru tey perfektu jólini? Eru jólini vorðin so kommerciell, at vit vaksnu í veruleikanum eru verri enn børnini? 

Leikurin snýr seg um eina heilt vanliga familju, sum heldur eini heilt vanlig jól. Ella eru tey nú so heilt vanlig? Og halda tey nú eini heilt vanlig jól? Og ber tað yvirhøvur til at halda jól gangnam-style? 

Komið oman í Sjónleikarhúsið og fái sjón fyri søgn!
 
Leikurin er:

Mánadagin 8. desembur: 18.00
Týsdagin 9. desembur: 18.00
Mikudagin 10. desembur: 18.00
Hósdagin 11 . desembur: 18.00
Fríggjadagin 12. desembur: 18.00

Sunnudagin 14. desembur: 16.00
Mánadagin 15. desembur: 18.00
Týsdagin 16. desembur: 18.00
Mikudagin 17. desembur: 18.00
Hósdagin 18. desembur: kl 18.00 (seinasta sýning)

Atgongumerkir fáast í VisitTórshavn og við dyrnar 1 tíma undan sýning. Kostnaður kr. 50,- fyri øll.

Prísur

50,00 DKK

Nær og hvar

Dagfesting

17. desembur - 18. desembur 2014

Hvar

Sjónleikarahúsið

Adressa

Niels Finsensgøta 34

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Sjónleikarahúsið

Deil Tiltak